Hvør kann søkja

Hvør kann søkja

Ert tú yvir 18 ár og hevur tørv á 9. floks prógvi - ella hevur tørv á at betra títt 9. floks prógv, ert tú vælkomin at søkja inn á skúlan. 

Til ber at søkja, hevur tú rørslutarn ella mildar persónligar, sinnisligar ella sosialar trupulleikar. Skúlin hevur einki tilboð til fólk við menningartarni.

Skúlin kann testa fyri orðblindi og hava undirvísing fyri lesi-, skrivi- og rokniveikum.