Búdeild

Búdeild

8 næmingar kunnu búgva á skúlanum. Tey, sum búgva á kostdeildini, gjalda 1.200 kr. fyri kamarið og 800 kr. fyri mat um mánaðin.

Fólk í koyristóli kunnu lættliga koyra inn frá vegnum og inni á skúlanum.
Skúlin hevur wc til rørslutarnað fólk, og lyfta er millum báðar hæddirnar, so tað lættliga ber til at flyta seg frá skúlastovunum til kømrini. Kømrini eru vælegnað til fólk við rørslutarni.

Starvsfólk stuðla næmingum viðv. matgerð og reingerð, og lagt verður eftir at geva næminginum eitt heildartilboð, meðan viðkomandi gongur á skúlanum.