Tinghúsið á Hjalla
Á Hjalla selja vit ymiskar lutir, sum fólk hava latið í bingjur okkara á Endurnýtsluni á Brennistøðini á Hjalla.
Vit selja møblar, leikur, súkklur og nógv annað. Innan lutirnir koma í handilin, gera vit smáar ábøtur og reinsa lutirnar. Vit selja somuleiðis innbúgv, sum vit hava sett í stand á verkstøðunum hjá okkum á Hjalla.
Handilin hevur opið:
Mánadag til fríggjadag kl. 13-17
Síðsta leygardag í hvørjum mánaði kl. 10-14
Tú kann lata vørur í okkara bingju á bingjuplássinum hjá Brennistøðini
mikudagar og leygardagar kl. 13 - 17.
Tinghúsið í Klaksvík
Á Klaksvíksvegi 56 selja vit ymiskar lutir, sum fólk hava latið í bingjur okkara í Klaksvík, á Kambsdali, við Streymin, á Tvøroyri og í Vestmanna.
Vit selja innbúgv, barnaútgerð, húsarhaldsútgerð og nógv annað. Innan lutirnir koma í handilin, gera vit smáar ábøtur og reingera lutirnar. Vit selja somuleiðis innbúgv, sum vit hava sett í stand á verkstøðunum hjá okkum á Kambsdali.
Handilin hevur opið:
Mánadag til fríggjadag kl. 13-17
Síðsta leygardag í hvørjum mánaði kl. 10-14
Mikudag er Tinghúsið í Klaksvík stongt