Møguleikar

Møguleikar

Møguleiki er fyri at royna tíni arbeiðsevnir á øllum okkara deildum á Hjalla og á Kambsdali.

Vit bjóða arbeiðsroynd og arbeiðsgreining. Hvussu leingi eitt skeið varir, veldst um tann einstaka næmingin, hansara tørv og møguleikar. Oftast byrjar eitt skeið við 3 mðr. arbeiðsgreining, og endar við eini ráðlegging um, hvat tú vil, og hvat vit ráða til.

Um vit tilráða tær at leingja verkskúlan, og tú ynskir hetta, fært tú høvi at royna teg í starvsvenjing á einum arbeiðsplássi, sum hóskar til tínar førleikar og ynskir um framtíðar arbeiðsøki.

Vit stremba eftir at hava ein arbeiðsdag sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Vit framleiða ymiskt, sum kann seljast í okkara handlum, ella sum er umbiðið av kundum.

Gjøgnum arbeiðið verður tú lærd/ur at nýta amboð, telduskipanir og tað, sum skal til, fyri at framleiða vørurnar.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønnannan.
Alt eftir hvørjum verkstaði tú arbeiðir á, og hvør tørvurin er, verður skipað fyri vegleiðing ella undirvísing í eitt nú hóskandi arbeiðsatburði, sjálvsmenning, kostvegleiðing v.m.