Møguleikar

Møguleikar

Arbeiðstilboðini hjá okkum eru eitt langtíðartilboð til tín, sum ikki hevur møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðinum næstu árini, men sum hevur evnir og vilja at koma út at arbeiða. Møguleiki er fyri at starvast á øllum okkara deildum á Hjalla 7A, 188  Hoyvík og á Kambsdali, Fagragil 5, 530  Fuglafjørður.

Gjøgnum arbeiði verður tú lærd/ur at nýta amboð og telduskipanir og tað, sum skal til fyri at framleiða vørurnar. Málið er at finna arbeiðsuppgávur, sum tú trívist við, og sum tú kanst hava ábyrgdina av.

Alt eftir hvørjum verkstaði tú arbeiðir á, og hvør tørvurin er, verður skipað fyri vegleiðing ella undirvísing í eitt nú hóskandi arbeiðsatburði, sjálvsmenning, kostvegleiðing v.m. Vit bjóða mennandi tilboð, so tú kanst geva tína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið, og somuleiðis vinnulívinum í Føroyum eina størri og fjølbroyttari arbeiðsmegi.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønn annan.

Vanliga arbeiðstíðin er frá 8.00 til 16.00, men útgangsstøðið verður altíð tikið í tí einstaka arbeiðsfólkinum í mun til ásettu arbeiðsuppgávurnar.