Tinghúsið
Tinghúsið

Tinghúsið á Hjalla

Á Hjalla selja vit ymiskar lutir, sum fólk hava latið í bingjur okkara á Endurnýtsluni á Brennistøðini á Hjalla.

Vit selja møblar, leikur, súkklur og nógv annað. Innan lutirnir koma í handilin, gera vit smáar ábøtur og reinsa lutirnar, Vit selja somuleiðis innbúgv, sum vit hava sett í stand á verkstøðunum hjá okkum á Hjalla.

Handilin hevur opið:

Týsdag til fríggjadag kl. 12:30 -16 
Mándag er stongt. 

Tú kann lata vørur í okkara bingju á bingjuplássinum hjá Brennistøðini
allar tímarnar, tá Bingjuplássið er opið.