Á verkstøðunum gera vit uppgávur fyri vinnuligar og privatar kundar.
Á Skapandi verkstaðnum gera vit nógvar ymiskar uppgávur, so sum kertuljós, planta, seyma, binda, knýta, og prenta. Eisini loysa vit smærri grafiskar uppgávur. Alt verður gjørt úr endurnýtslu tilfari. Vit framleiða somuleiðis visittkort, jólakort og aðrar smáar prentuppgávur.
Ring og hoyr meiri á 292975
Á Træverkstaðnum ber til at bíleggja m.a. fluguskáp og smáar umvælingar av møblum.
Fluguskáp (breidd*dýbd*hædd)
Kr. 3800,- lítið (40*40*80)
Kr. 4800,- miðal (48*48*95)
Kr. 5800,- stórt (55*55*130)
Ring og hoyr nærri á 292976
Í Kaffikrókinum ber til at keypa kaffi, te og ymiskt gott aftur við. Tilber somuleiðis at bíleggja smyrjibreyð út av húsinum til serlig tiltøk. Neyðugt at bíleggja í góðari tíð.
Kr. 25,- stk/ Smyrjibreyð
Ring og hoyr nærri á 292978