Missión og visjón

Missiónin hjá Dugna er:

“Vit vilja gera arbeiðsmarknaðin í Føroyum rúmligari við miðvíst og áhaldandi at ávirka politikarar og arbeiðsmarknaðin við hugtakinum ”Øll hava rætt til útbúgving og/ella arbeiði”.

Út frá hesum samskifta vit við týðandi samskiftisfelagar, privatar sum almennar arbeiðsgevarar og politiskar myndugleikar. Vit hava í boði ymisk og liðilig endurbúgvingartilboð, sum hava til endamáls at styrkja og menna tann einstaka og soleiðis vera ein liður í, at viðkomandi kann gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum.”

 

Visjónin hjá Dugna er:

“Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði”.

Dugni vil verða kent fyri at ganga á odda við nýskapandi arbeiðs- og útbúgvingartilboðum til fólk, ið hava tørv á møguleikum. 

Dugni vil virka við jaligheit og lokkandi samstarvsførleika, so arbeiðsgevarar, politikarar og aðrir týðandi samstarvsfelagar ynskja at taka sosiala medábyrgd og virka fyri at víðka rúmliga arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Dugni vil verða kent fyri at hava faklig dugnalig starvsfólk, ið megna at arbeiða fleirfakligt við eitt nú námsfrøðiligum, undirvísingarligum, sosialfakligum og viðgerðarligum førleikum.

Dugni vil hava umsorgarfull undirvísingartilboð og vinnuligt líknandi virksemi, ið spegla samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

 

Átøk og virðisstøði:

Fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál:

1.Vit taka støði í einstaka næminginum
2.Vit viðurkenna ymiskleika
3.Vit styrkja arbeiðsførleikar

Dugni tekur støði í einstaka næminginum/arbeiðsfólkinum og setur saman við honum í verk ráðlegging fyri menning hansara.

Fyrsta fortreyt fyri at fáa fólk at samstarva og menna sínar førleikar er at viðurkenna tey fyri tað, tey eru, og tí viðurkennir Dugni ymiskleika.

Øll fólk hava evnir til at taka støðu viðvíkjandi teimum sjálvum og evnir til at finna og menna sína styrki, og tí verður hetta arbeiði gjørt í samstarvi við hvønn einstakan.