Haldórsvík
Mikudagin 2. mai var av fagrasta veðrið - sólin skein oman og niðan. So í staðin fyri at sita inni framman fyri telduna, varð farið ein biltúr til Haldórsvíkar - ein sera hugnalig bygd.
Omanfyri bygdina er ein minnisvarði - reistur á vári í 1983. Hann er til minnis um tey, ið eru farin í vanlukku - bæði á sjónum og í bjørgunum. Fridjof Joensen hevur gjørt minnisvarðan, og er hann væl øðrvísi enn aðrir varðar, ið Fridjof er kendur fyri - hesin er nógva meira abstraktur. Kúlan í miðjuni melur runt.