Myndir

Tekning á skránni

Í tveir dagar varð teknað saman við Tummas Jákupi. Ymist er hvussu tekning hóvar okkum. Fyri summi virkar tað púra nátúrligt - og tað sær so lætt út. Fyri onnur er tað ein stór avbjóðing - tí hvat skal man gera við eitt tómt hvítt ark?

Tann seinna dagin bleiv borðtennisborðið brúkt til eina stóra felagstekning.

Vit takka Tummas Jákupi fyri tveir góðar og gevandi dagar!