Dugni við í NordPlus verkætlan

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

29/10/2016

Síðstu 2½ árini hevur Dugni verið við í einum NordPlus samstarvið við stovnar úr Litavin, Estlandi og Finnlandi. Felags fyri stovnarnar er arbeiði við endurbúgving og arbeiðsvenjing til fólk, sum onkursvegna eru steðga upp og tørva stuðul til at koma víðari út í arbeiði ella útbúgving. Endamálið við prosjektinum hevur verið at læra hvør frá øðrum og tí sum ymisku stovnarnir leggja dent á í arbeiðinum. Vit hava vitjað stovnarnar hjá hvør øðrum, vitjað vinnuligar og politiskar samstarvsfelagar hjá hvør øðrum og somuleiðis teir almennu arbeiðsloysis- og serhjálpar stovnarnar í ymisku londunum.

Prosjektið hevur verið sera læruríkt. Eftir hvørja vitjan í ymisku londunum var uppgávan at seta í verk, okkurt av tí sum vit upplivdu kveikjandi í arbeiðinum heima í okkara egna stovni. Í viðhefta bóklinginum er ein samandráttur av tí arbeitt hevur verið við í “Emowerment by Employment”. Vit á Dugna eru sera takksom fyri alt tað vit hava lært ígjøgnum prosjektið og vóna at hetta speglast aftur í okkara virksemið í dag.

 

Bóklingurin um "Empowerment by Employment" :

EBE booklet.pdf