Serstøk søluframsýning á Hjalla

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

31/10/2016

Fleiri hundra fólk vitjaðu søluátakið hjá Dugna á Hjalla leygardagin. Lærlingurin í Tinghúsinum, Joan Heinesen, hevur síðstu tíðina samlað ymiskt serstakt innbúgv, sum er komið inn í bingjunum, til at verða umvælt, mála og pussa í træverkstanum. Søluframsýningin var ein bundin uppgáva og partur av hennara útbúgving sum krambakvinna.Tiltakið var sera væl eydnað og nærum altvarð útselt.

Tiltøk av hesum slag verða avgjørt afturvendandi hjá Dugna. Vit takka øllum sum góðu tiltakinum ans og komu á gátt leygardagin.