Kærleikskúlan 2016 – Litblokkar hjá Eyðun av Reyni

Skrivað hevur Joan við Gjógvará

23/11/2016

Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listamaðurin, Eyðun av Reyni, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna í samstarv við Guðrið Syderbø, grafikara. Kærleikskúlan 2016 hevur tríggjar lættar skitsur á kúluni við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum, sum týðuliga vísa á listarligu eyðkennini hjá Eyðuni av Reyni. Hetta er áttanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Eyðun av Reyni sigur sjálvur soleiðis um Kærleikskúluna 2016 í yrkingini, sum fylgir við kúluni: 

Hjálpsemi er kærleiki

Glaskúlan er vakurt prýdd við trimum myndum, ið hava hvør sín sterka lit; bláur – grønur - reyður. Myndirnar ímynda himmalin, vónina og kærleikan og eru  ein arvur frá aldargomlu kristnu mentanini og bera í sær stóra styrki. ”Men størstur av hesum er kærleikin”, ið gevur frælsi at liva lívið - tengt at ábyrgd og skyldu mótvegis medmenniskjum okkara. Hjálpsemi mótvegis øðrum sameinir fólk kring heimin og skapar ringar í vatninum. Tað finst óendalig styrki í hjálpsemi móti øðrum.  Tað sambindur okkum sum menniskju og setur spor. Vælvild og hjálpsemi eru kærleiki. Góðgerðin í heiminum móti medmenniskjum í neyð  broytir nútíðina og skapar eina vón fyri framtíðina.

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.

Í ár var tað Margretha Næss, sum fekk heiðurin fyri at vera ein virðilig fyrimynd við at móttaka fyrstu Kærleikskúluna. Hon fekk heiðurin fyri stóra arbeiði, hon hevur gjørt upp ígjøgnum árini, við ljóðbókum. Margretha var stigtakari til virksemið í Ljóðbandatænastuni, og arbeiði hennara hevur stóran týdning fyri blind, orðblind og lesiveik. Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.

Um kærleikskúluna

Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotuliga eskju saman við einum vøkrum faldara. Tað eru arbeiðsfólk hjá Dugna á Kambsdali, sum hava sett eskjurnar saman og pakkað tær.

Kærleikskúlan 2016 kann keypast í gávubúðum kring landið frá síðst í november og fram til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól fyri 600 kr. ella í Duty-free sølubúðunum í Vága Floghavn og umborð á Norrønu fyri 500 kr.

Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014) og Astri Luihn (2015).