Samrøða viðv. Empowerment by Employment

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

13/01/2017

NVLPodcast hevur gjørt stutta samrøðu viðv. okkara royndum við Nordplus verkætlanini Empowerment by Employment.

Hoyr samrøðuna her:

https://soundcloud.com/nordvux/empowerment-by-employment 

 

"Empowerment by Employment" er ein verkætlan sum Dugni var partur av í einum NordPlus samstarvið við stovnar úr Litavin, Estlandi og Finnlandi. Felags fyri stovnarnar er arbeiði við endurbúgving og arbeiðsvenjing til fólk, sum onkursvegna eru steðga upp og tørva stuðul til at koma víðari út í arbeiði ella útbúgving. Endamálið við verkætlanini hevur verið at læra hvør frá øðrum og tí sum ymisku stovnarnir leggja dent á í arbeiðinum. Vit hava vitjað stovnarnar hjá hvør øðrum, vitjað vinnuligar og politiskar samstarvsfelagar hjá hvør øðrum og somuleiðis teir almennu arbeiðsloysis- og serhjálpar stovnarnar í ymisku londunum.

Verkætlanin hevur verið sera lærurík. Eftir hvørja vitjan í ymisku londunum var uppgávan at seta í verk, okkurt av tí sum vit upplivdu kveikjandi í arbeiðinum heima í okkara egna stovni. Í viðhefta bóklinginum er ein samandráttur av tí arbeitt hevur verið við í “Emowerment by Employment”. Vit á Dugna eru sera takksom fyri alt tað, vit hava lært ígjøgnum prosjektið, og vóna at hetta speglast aftur í okkara virksemið í dag.