Stuttligt :)

Skrivað hevur Meibritt

24/01/2017

 

 

 

Topp 3 kandidatarnir til Ársins leiðara 2017 eru funnir

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørjir Ársins leiðarar 2017 verða, hevur nú funnið fram til tríggjar sterkar topp-kandidatar. Hetta boðar Synergi frá í dag.

Tríggjar leiðarar innan tað privata og tríggjar innan tað almenna – kandidatarnir eru hesir:

Innan tað almenna:
Edvard Heen, Almannaverkið
Hedvig Johansdóttir, Dugni
Hilmar Eliasen, Strandfaraskip Landsins

Innan tað privata:
Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar sleipistøð
Johannes Jensen, Gist og Vist
Rógvi Róin, Petur Larsen

Í dómsnevndini sita Annika Sølvará, stjóri Granskingarráðið, Johanna á Bergi, stjóri Atlantsflog og Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Limirnir sita í dómsnevndini í 2 ár.

Leiðaradagurin verður hildin fríggjadagin 27. januar, og evnið fyri dagin verður samráðing, og tað er í orðsins breiðasta týdningi siga fyriskipararnir.