Søk inn á skúlan við Áir

Skrivað hevur Stig Elttør

01/03/2017

Enn eru pláss til komandi skúlaár!

Hevur tú eitt ynski um at koma víðari í lívinum, og ert tú til reiðar at taka avbjóðingina á teg, so er Dugni til reiðar at møta tær.

Skúlin við Áir bjóðar 9. flokk og fyrireiking til 9. flokk.

Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar til næmingar, so teir gerast førir fyri at halda áfram í 9.flokki. Undirvísingin í 9. flokki endar við vanligari fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Skúlin er grundaður á eitt heildartilboð, har tú, umframt fakliga læring, verður stuðlaður í at mennast persónliga. Her eru góðar umstøður hjá næmingum at læra og eitt gott sosialt umhvørvi við tøttum samstarvi við starvsfólk skúlans - har øll virða hvørannan.

Skúlin kann testa fyri orðblindni og veita undirvísing til lesi-, skrivi- og rokniveik.

Tak niður umsóknarblað her: Umsóknarblað