eitt stig á leiðini...

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

16/08/2017

http://kvf.fo/summarmorgun?sid=71110 

Áhugaverd samrøða í Summarmorgun við Ingunn Sivertsen, sum greiðir frá, hvussu hon upplivdi, at føroyska sálarøkið handfór støðuna, tá hon fekk sálarsjúku. Skúlin við Áir var eitt av stigunum hjá henni fyri at koma víðari.

Kveikjandi at hoyra ungu kvinnuna seta orð á hennara hugsanir um hvat hevði týdning, og hvat vit í sálarøkinum kunnu gera betur, tá sálarsjúka rakar.