Kærleikskúlan 2017

Skrivað hevur Jógvan Andersen

02/10/2017

Hvør skal fáa heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna 2017?

Á hvørjum árið gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu
listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari
fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Viðkomandi skal á onkran hátt hava skarað framúr innan sítt øki og hava verið við til at betra umstøðurnar
hjá fólki við skerdum førleikum. Vinnarin skal hava gjørt eitt serligt átak ella hava víst serligt framfýsni og
áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna heitir á fólk um at senda uppskot inn til Dugna, ið síðani velur millum innkomnu
uppskotini, hvør skal fáa heiðurin. Stýrið kann velja annan enn ein av innkomnu uppskotunum.

Hátíðarløtan, har fyrsta kærleikskúlan verður handað, verður í Listaskálanum 28 november, og
freistin at senda inn uppskot er sett til 15. oktober 2017.

Freistin at lata uppskot inn er farin.

Vinarliga

Ása Olsen, stýrisforkvinna