Vælkomin vitjandi úr Norðurlondum!

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

23/10/2017

Í dag fær Dugni vitjan úr Íslandi, Svøríki, Noregi og Danmark av Nordplus samstarvsfeløgum, sum skulu arbeiða í FO 23/10 til 27/10. Verkætlanin, sum fer av bakkastokki er:

"Hvordan får vi sårbare unge mennesker til at blive aktive, åbne og robuste; så de som voksne, selvforsøgende kan indgå i samfundet?

Við í verkætlanini eru, umframt Dugna:

SE-Swedish Prison and Probation Service in Luleå (SE)

NO-Jessheim upper secondary school, Ullersmo prison department (NO)

IS-Hringsjá Educational and Vocational Rehabilitation Center (IS)

Special education for adults - Odense - Vestfyn - Brangstrup (DK-CSV Odense-Vestfyn-Brangstrup)

 

Vit bjóða okkara nýggju samstarvsfeløgum vælkomnum og gleða okkum til arbeiði fyri framman.