Dugni á vitjan í Daugapils, Letland

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

08/11/2017

Í farnu viku 01 - 04 november vóru vit á Dugna við til næsta fundin hjá verkætlanini "EMOTION" í Daugapils, Letlandi. 

Endamálið við verkætlanini er at fremja eitt samstarv millum baltiskar og norðurlendskar stovnar, sum arbeiða við vaksnamannalæring og at gera eina handbók við amboðum til starvsfólk innan útbúgvingar- og endurbúgvingarøkið, sum arbeiða við fólkum, sum eru illa fyri kensluliga.

Fyri at røkka málunum í verkætlanini verða 5 altjóða fundir, har hvør teirra hevur til endamáls at orða ávísu brotini í handbókini. Samlaða handbókin verður síðani løgd fram á ráðstevnu í Danmark í apríl 2019.