Innbjóðing til hátíðarløtu 28. november 2017

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

24/11/2017

Kærleikskúlan 2017 verður avdúkað í Listasavn Føroya týsdagin 28. november kl. 9.00

Tað eru nýggju ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2017 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.

Kærleikskúlan 2017 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá síðst í november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

 

Skrá 28. november 2017  kl.  9.00

-  Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin.

-  Recovery spæla tvey løg

-  Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, flytur fram røðu.

-  Kærleikskúlan 2017 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

-  Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2017 til eina virðiliga fyrimynd.

-  Ábit og drekkamuður verða at fáa.

-  Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2017 henda dagin í Listaskálanum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vegna Dugna,
Hedvig Johansdóttir, stjóri