Starvsfólk til Teldustovuna

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

24/12/2017

Starvsfólk til Teldustovuna hjá Dugna á Hjalla

Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1. feb. 2018

Talan kann verða um eitt fulltíðarstarv ella eitt 30 tíma starv.

Hevur tú hjarta fyri fólkum við skerdum arbeiðsførleikum og eitt ynski um at stuðla hesum víðari út í lestrar- ella vinnulívið, ert tú møguliga rætta fólkið til starvið.

Verkstaðurin hjá Dugna er arbeiðsstað hjá næmingum og arbeiðsfólki, sum antin hava tørv á at royna og menna sínar arbeiðsførleikar ella tørv á tillagaðum starvi. Teldustovan er tætt knýtt at virkseminum í Matstovuni, Træverkstaðnum og Tinghúsinum og arbeitt verður tvørtur um eindirnar. Samstarvað verður um næmingar og uppgávur, og høvuðsuppgávan hjá Teldustouni er at lýsa virksemið á øllum eindunum umframt deildini á Kambsdali og skúlanum við Áir.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

 

Førleikar og væntanir

-            Tú hevur viðkomandi útbúgving - eitt nú sum grafikari, innan KT ella námsfrøðingur við KT-førleikum.

-            Tú ert kreativ/kreativur og dugir at skipa arbeiðið við at lýsa virksemið á Dugna við plakatum, faldarum,  heimasíðu og facebook.

-            Tú dugir at vera kveikjandi og stuðlandi í tínum arbeiði og ert viðvirkandi til at skapa eitt gott arbeiðs- og læruumhvørvi, har næmingar og arbeiðsfólk eru við í arbeiðstilgongdini.

-            Tú hevur førleika at eygleiða og meta um arbeiðsførleikar, samstundis sum at arbeiðsuppgávur verða loystar.

-            Tú kennir til arbeiði við forritum sum eitt nú Illustrator, Indesign og Photoshop.

-            Tú útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku til tey rundan um teg.

-            Tú dugir at samstarva og síggja teg sum ein týðandi part av øllum arbeiðnum hjá Dugna.

-            Tú sært týdningin av støðugt at menna teg sjálvan, hevur góðan ordanssans og tolir broytingar.

 

Løn og setanartreytir

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður lønt sambært avtalu millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknarfreist

Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  fríggjadagin 12. januar 2018 kl.12.00. Umsóknir skulu sendast til:  Dugni, Boks 301, á Hjalla 7a , 100 Tórshavn ella sum teldubræv til: dugni@dugni.fo 

 
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Hedvig Johansdóttir, stjóra á tel. 292999.

 
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði”, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Les meira á www.dugni.fo