MENTORSKEIÐ

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

15/02/2018

Starvsfólkabólkurin hjá Dugna hevur síðstu dagarnar havt møguleika fyri at fáa útbúgving innan samrøðu amboð í gjøgnum MENTORSKEIÐIÐ hjá ALS.

Vit eru framúr takksom fyri møguleikan at venja og læra meiri um ymisku samrøðu amboðini sum grundarlag fyri arbeiðinum við endurbúgving og arbeiðsmenning. Vit vóna at kveikjandi dagarnir koma at gagna okkara næmingum og arbeiðsfólkum, so vit í enn størri mun kunnu eydnast við at stuðla øðrum at eydnast.

 

 

les meiri um skeiði her:

MENRORSKEIÐ
Fyrst í stuttum hvat ein mentorur er: Ein mentorur tryggjar, at nýggj starvsfólk fáa eina góða byrjan.

Við útbúgvingini fáa luttakarar greiðu á, hvat tað merkir at vera mentorur, og hvør uppgávan hjá mentorinum er.

Eisini er endamálið at lata mentorin í, so hesin hevur bestu samskiftisamboðini – amboð sum kunnu stuðla, coacha og vegleiða starvsfólk.

Ein nútímans mentorur skal megna at seta seg og sítt til viks og heldur hava menningina og læringina hjá einum øðrum menniskja í miðdeplinum. Ein fyritreyt fyri hesum er, at mentorurin er tilvitaður um sínar styrkir og avbjóðingar.

Til tess at gerast tilvitaður um hesar, fær mentorurin ein sonevndan ’Fokusprofil” frá Garuda og eina afturmelding upp á hann, umframt undirvísing við teoretiskum framløgum og venjingum.

Eitt mentorskeið er viðkomandi hjá øllum, sum vilja gerast meiri tilvitað um sína atferð og atferðina hjá øðrum í arbeiðslívinum, og vil ríka tann einstaka, stovnin ella fyritøkuna.  

 

Hvør kann gerast mentor?
Mentorurin er vanliga eitt starvsfólk, sum vísir serligan áhuga fyri, at starvsfólk trívast.

Talan kann vera um ein leiðara ella eitt starvsfólkaumboð – men mangan er talan um starvsfólk, sum hevur serligan áhuga fyri og kanska evni at skapa trivnað, orku og opinleika starvsfólkanna millum.

 

Endamálið við skeiðinum
Við skeiðnum fáa mentorarnir førleikar til at tryggja trivnað, motivatión og førleikar hjá nýggjum starvsfeløgum og at tryggja at fólk, sum koma aftur á arbeiðsmarknaðin eftir eitt nú sjúku ella arbeiðsloysi, fáa eina góða byrjan.

Ljós verður varpað á:

● Hvat er ein mentorur?

● Hvør er uppgávan?

● Hvussu átekur, skipar og praktiserar mentorurin hesa uppgávu?

 

Skeiðið
Luttakarar, sum ynskja tað, svara og fáa eina persónliga samrøðu í mun til sonevnda ’Fokusprofilin’ hjá Garuda. Samrøðan er grundarsteinurin fyri einari samrøðu um, hvat stimbrar og eggjar í mun til mentorleiklutin.

Ljós verður varpað á styrkir og avbjóðingar, og soleiðis gerst mentorurin tilvitaður um menning, læring, motivatión og samskifti. Mentorurin sjálvur er týdningarmesta amboðið, tá talan er um samskifti.

 

3 skeiðdagar
Á skeiðnum verða styttri ástøðiligar framløgur, kjak og venjingar. Venjingarnar hava til endamáls, at luttakarar í læruríkum umhvørvi venja seg at nýta amboðini, sum teir læra á skeiðnum. Talan verður um ítøkilig amboð, sum mentorarnir kunnu gagnnýta beinanvegin.

 

Skeiðsinnihald

● Felags forstáilsi – hvat er ein mentorur?

● Hvat skal hann duga?

● Hvussu virkar mentorurin í ymiskum støðum?

● Coaching sum amboð

● Hvussu kann mentorurin stuðla starvsfólkum við teirra avbjóðingum?

● Samskifti við og uttan orð

● Afturmelding

● Hvussu verður gott samskifti tryggjað?

● Vald

● Motivatión