Ert tú yvir 18 ár og hevur tørv á 9. floks prógvi - ella hevur tørv á at betra títt 9. floks prógv, ert tú vælkomin at søkja inn á skúlan. Endamálið við skúlanum er at menna tínar fakligu og persónligu førleikar, so tú hevur møguleika at taka eitt 9. floks prógv, sum tú kanst fara víðari í skúla ella í læru/arbeiði.
Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar. Arbeitt verður við persónligum avbjóðingum, so næmingarnir gerast førir fyri at læra og halda fram í 9. flokki. Undirvísingin í 9. endar við vanligu fráfaringarroynd fólkaskúlans í mai/juni.
Skúlin er grundaður á eitt heildartilboð, har tú, umframt fakliga læring, verður stuðlaður í at mennast persónliga. Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvør annan.
Skúlin eru vælegnaður til fólk við rørslutarni – og til næmingar við lættari persónligum/ sinnisligum/ sosialum avbjóðingum. Skúlin er ikki fyri næmingar við menningartarni.
Á skúlanum er ein búdeild, har 8 næmingar kunnu búgva í skúladøgunum. Búdeildin er ikki opin í vikuskiftinum og í frídøgunum. Kostnaður er kr. 2000,- um mánaðin – fyri kost og logi.
Umsóknarblað er undir Skúli/Umsókn
Upptøkuviðgerð til skúlan er vanliga fyrst í apríl, og næmingar verða tiknir inn á skúlan í august á hvørjum ári.
Skúlin gevur rætt til studning frá Studna.