Leys størv - Freistin farin at søkja...

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

08/03/2018

Starvsfólk til deildina á Kambsdali og lærari til skúlan við Áir

 

Starvsfólk til Dugna á Kambsdali - Freistin farin. STARVIÐ SETT

Søkt verður eftir eini eldsál innan endurnýtslu

Talan er um eitt fulltíðarstarv í tíðaravmarkað skeið 01.apríl – 01.oktober til at skipa arbeiðið í endurnýtsluhandlinum, á goymsluni og viðv. bingjuni.

Hevur tú hjarta fyri fólkum við skerdum arbeiðsførleikum og eitt ynski um at stuðla hesum í at hava eitt gott arbeiðslív ella víðari út í lestrar- ella vinnulívið, ert tú møguliga rætta fólkið til starvið. Dugni er arbeiðsstað hjá næmingum og arbeiðsfólki, sum antin hava tørv á tillagaðum starvi ella hava tørv á at royna og menna sínar arbeiðsførleikar.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við mildum sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

Sí lýsing her: Starv Kambsdal.pdf

 

Lærarastarv í skúlanum við Áir

Søkt verður eftir lærara til skúlan við Áir at byrja 1. aug. 2018 - FREISTIN FARIN

Hevur tú hjarta fyri fólkum, ið tørvar ein nýggjan møguleika, og eitt ynski um at stuðla hesum víðari út í lestrar- ella vinnulívið, ert tú møguliga rætta fólkið til starvið.

Talan er um fast starv fulla tíð, har tú verður ein partur av starvsfólkahópinum á skúlanum, ið saman leggur orku í at menna næmingarnar, so hesir kunnu vinna sær eitt nøktandi 9.fl. prógv og koma víðari í útbúgving ella í arbeiði.  

Vit leita eftir lærara, ið kann undirvísa í søgu, landalæru og lívfrøði – eisini at stuðla í støddfrøði og í mállærugreinunum. Umframt undirvísing verður eisini lagdur dentur á menningararbeiði, so sum tímar til næmingasamrøður, ráðlegging og vegleiðing. Vit bjóða næmingunum eitt heildartilboð, og er arbeiðstíðin gerandisdagar frá 8.30 til 15.30.

Sí lýsing her:  Starv skúlin við Áir.pdf