Nordplus vitjan í FO

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

12/04/2018

"Emotion" Nordplus Adult Project No: NPAD-2017/10076

Dugni hevur havt vitjan 10. og 11. apríl av samstarvsfeløgum úr Nordplus. Arbeitt hevur verið við uppgávum í hondbókini, sum verkætlanar bólkurin skal gera við amboðum til lærarar og starvsfólk innan vaksnamannalæring, sum arbeiða við fólkum sum hava kensluligar avbjóðingar.

Tey vitjandi vóru úr Litavien, Lettlandi, Íslandi og Danmark og arbeiða øll innan vaksnamannalæring.