Nýtt starvsfólk á Kambsdali

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

16/04/2018

01. apríl byrjaði David Turesson á deildini hjá okkum á Kambsdali. David er 31 ára gamal svii, útbúgvin verkfrøðingur í vørumenning og sniðgeving og ein eldsál bæði innan endurnýtlsu og arbeiðsbúgving.

Vit gleðast yvir møguleikan at starvast saman við honum, meðan Torgerð er í farloyvi og ynskja honum hjartaliga vælkomnan í starvsfólkabólkin.