Geir í starvsvenjing á Træverkstaðnum

Skrivað hevur Elin

17/04/2018

Geir er ungur drongur, sum er á Træverkstaðnum á Dugna, har hann millum annað fæst við at mála og framleiða fluguskáp og barnastólar. Hann gongur annars á NámX. Hann letur væl at:

-Eg eri glaður fyri at vera á Dugna, tí um onkur til dømis hevur problemir við at finna út av, hvat tey ætla sær frameftir, og hava kanska ringt við at konsentrera seg, so er gott at vera á Dugna eina tíð, tí her eru simplir karmar, sum gera tað lætt at finna út av, hvat man dugir og hvat man hevur hug at gera. Eg dugdi til dømis ikki væl í rokning í skúlanum, tí eg bleiv við at gloyma tær ymsu roknimetodurnar.

Mál er tó heldur ikki akkurát hann: "Føroyskt dámar mær heldur einki væl, tí har skal man læra kyn og bending. Tí dámar mær betur danskt og enskt."

Hann hevur verið her eina viku, nú í aðru syftu. Hann var eisini eina viku fyrr, men valdi tá at fara aftur í skúla:

-Aftan á tíðina á Dugna ætli eg mær á frískúla í Vordingborg at læra meg meira um at framleiða telduspøl. Eg havi fingið 72 í miðal, men mangli onkri fak, t.d. rokning, og eg taki tey her í Føroyum, so tað ikki verður neyðugt at taka tey á frískúlanum, og so kann eg konsentrera meg um telduspølini.

Vit vóna, at hann fer at blíva við at trívast á Dugna og ynskja honum góða eydnu, tá hann fer víðari.