NordPlus vitjan í Luleå, Svøríki

Skrivað hevur Stig Elttør

18/06/2018

Frá 4 til 8 juni vóru vit í Luleå, Svøríki í smb. við Nordplus verkætlanina "Hvordan får vi sårbare unge mennesker til at blive aktive, åbne og robuste; så de som voksne, selvforsøgende kan indgå i samfundet?" 

Við í verkætlanini eru Svøríki, Norra, Danmark, Ísland og Føroyar. Bæði í Norra og Svøríki er fokus á arbeiði inni í fongslum. Í vitjanini í Svøríki vóru vit inni í fýra ymiskum fongslum - 3 í Svøríki og 1 í Finnlandi - tað eina var eitt fongsul fyri sálasjúk. Allastaðni har vit vitjaðu, vóru tað ungir dreingir, ið sótu inni. 

Nógv verður gjørt burtur úr, at teir innisitandi hava eina meinigsfulla tilveru - og at teir ikki enda í somu støðu, tá teir verða leysgivnir. 

Næsti túrur verður til Reykjavík í august.