Prógvhandan við Áir - 21. juni 2018

Skrivað hevur Stig Elttør

26/06/2018

Ein sera hátíðarlig løta, tá næmingar við Áir fingu prógv hósdagin 21. juni 2018. 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var við til hátíðarhaldið, og helt røðu fyri næmingunum. Bjørg, Helena og Andrias framførdu nøkur løg eftir Piazzolla, og Janet bar fram heilsu fram vegna næmingarnar. 

Vit takka fyri tíðina og ynskja næmingum blíðan byr á teirri lívsleið.