Mánadagin selja vit urtapottarnar

Skrivað hevur Elin Lindenskov

06/07/2018

Vit á teldustovuni hava seinastu mánaðirnar alt, røkt og plantað urtapottar. Vit eru sera fegin um úrslitið og ikki minst um inniklimaðið, sum er blivið hugnaligari og reinari, tí fleiri av okkara plantum eru luftreinsandi.

 

Allir pottarnir og pottafjalarnir, sum vit brúka, eru endurnýttir -  næstan allir eru frá Tinghúsinum á Hjalla. Summir urtapottar hanga í ampilum, sum vit sjálvi hava knýtt, eisini úr endurnýttum tilfari. Vit hava lisið um planturnar fyri at kunna okkum um, hvussu tær skulu røkjast, hvar tær koma frá, og hvussu tær eita. Vit hava eisini funnið føroyska heitið fyri planturnar.

 

Vit ynskja okkum nógvar plantur, men nú vit fara í summarfrí í heili fýra vikur, er eingin at røkja planturnar. Tí selja vit tær. Við í keypinum av eini plantu, fylgir ein vegleiðing við, sum er skrivað á føroyskum, her á teldustovuni. Vegleiðingina hava vit sjálvi skrivað, tikið mynd av, sett upp og prentað.

 

Urtapottarnir eru til sølu í matstovuni hjá Dugna á Hjalla frá mánadegnum 9. juli. Vit hava opið kl. 10.00 - 15.00.