Dugni á vitjan í Reykjavík

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

25/08/2018

Í samband við Nordplus verkætlanina Emotions hevur Dugni verið í Reykjavík 22. og 23. august saman við samstarvsfeløgunum úr Danmark, Íslandi, Letlandi og Litavien. Verkætlanin hevur til endamáls at kanna og seta orð á týdningin av kenslum í arbeiðinum við endurbúgving. Arbeitt verður við at gera ein lítlan bókling um evnið, sum skal vera tøkur til endaligu ráðstevnuna í Kbh 10. apríl 2019.

Stuttligt og læruríkt hjá okkum at hava møguleika fyri at arbeiða saman við kveikjandi fólkum frá øðrum londum, sum eisini arbeiða við endurbúgving ella arbeiðsfremjandi tiltøkum. Vit eru takksom fyri møguleikan at vera við í verkætlanum sum hesum, so vit framhaldandi kunnu arbeiða fyri at menna tilboðini hjá Dugna bæði til frama fyri tí einstaka næminginum/ arbeiðsfólkinum, sum er í tiltaki hjá Dugna, stovni/ starvsfólkum og somuleiðis tí politiska mynduleikanum í FO.