Útferð til Gjáar

Skrivað hevur Stig Elttør

03/09/2018

Í góðveðrinum mánadagin 20. aug varð farið ein túr til Gjáar.

Gjógv er ein vøkur og hugnalig bygd at vitja. Eysturi í Kinnini stendur tann so eyðkendi minnisvarðin, ið Fridtjof Joensen hevur gjørt, og sum varð avdúkaður í aug 1971. Vakurt er at ganga út á Mary's Bænk (2005) og skoða yvir á Kalsoynna - og at ganga tey mongu trinini oman í gjónna.

Dagurin endaði við einum góðum bita í Gjáargarði.