NordPlus vitjan í Reykjavík

Skrivað hevur Stig Elttør

13/09/2018

Í smb. við Nordplus verkætlanina "Hvordan får vi sårbare unge mennesker til at blive aktive, åbne og robuste; så de som voksne, selvforsørgende kan indgå i samfundet?" vóru vit á vitjan hjá Hringsjá í Reykjavík í døgunum 27. til 31. august.

Við í verkætlanini eru luttakarar úr Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi og Føroyum. 

Týsdagin vitjaðu vit í einum fongsli, og hoyrdu um teirra arbeiði við fangum, og hvussu tey fyrireikaðu fangar til at koma væl út aftur í gerandisdagin. Síðan koyrdu vit til Selfoss, har vit vitjaðu á einari vaksnamanna læringsmiðstøð.

Mikudagin vóru fýra vitjanir á skránni. Byrjað var í VIRK (svarar til AV), men VIRK er ein privatur stovnur - ikki almennur. Síðan gekk leiðin til JANUS - ein endurvenjingar- og menningarmiðstøð fyri sálarliga veik. Seinnapartin vitjaðu vit Hringsjá (kann samanberast við skúlan við Áir) og seinast vitjaðu vit Fjølsmiðjuna í Kópavági - arbeiðsvenjing fyri ung.

Hósdagin vitjaðu vit Keilir - ein útbúgvingarmiðstøð í Keflavík, ið varð stovnað í 2007. Skúlin heldur til í einari niðurlagdari amerikanskari hernaðarmiðstøð. 

Umframt fleiri áhugaverdar vitjanir var eisini tíð sett av til sightseeing. Vit vitjaðu ma. Geysir, Gullfoss, miðatlantsryggin, Reykjanes og Grindavík.