6 Kaj Kristiansen Z stólar eru millum nógvu lutirnar á stóru útsøluni í morgin

Skrivað hevur Elin Lindenskov

21/09/2018

Her eru seks retro stólar, úr teaktræ, sum designarin Kaj Kristiansen hevur sniðgivið. Model 42 verður vanliga kallað Z – stólurin. Teir eru gjørdir hjá Scou Andersen Møbelfabrik í Danmark 1956 – 1957.

Stólurin hevur eitt rygglen, sum vippar og sum ger tað at tú situr sera væl. Stólarnir hava sítt uppruna
ullintaklæði.

Kai Kristiansen (føddur í 1929) er danskur møblasniðgevi, útlærdur snikkari í 1949. Las síðani á Kongliga danska listaakademinum hjá Kára Klint. Kai stovnaði sniðgevingarstovn í 1955 og samstarvaði við nakrar danskar møblasniðgevar, ið vóru frammi tá. Kai hevur sniðgivið tað, sum hann kallar Model 42 (eisini kallaður
Z-stólurin), Model 31, Model 121 (salongstólurin) og eitt reolasnið, sum eitur FM Reolasystem.

Stílurin hjá Kai kallast Danish modern og er minimalismu-stílur í innbúgvi og búnyttum. Danish Modern er avleggur av Danish Design, sum var eitt lítið møblarák í 1920’unum, sum Kári Klint fann uppá, og
Danish Design kemur av mikla og heimskenda týska rákinum, ið vit kenna sum Bauhaus.
Kári og Kai gjørdu møblar, sum teir royndu at fáa at líkjast sniðgevingini av mannakroppinum, og teir vóru vælumtókt í 1940’unum og 1960’unum. Seinni fóru teir undir at framleiða borðbúnað og døgurðastell eftir sama leisti.

Model 42
Hesin er ætlaður sum døgurðastólur, gjørdur av tekki, og sniðið er einfalt. Ryggjalenið kann førkast umleið ½ cm aftur og fram til tess at stuðla bakinum, og setrið hevur strikur og er fóðrað við ull.