Freistin at tilnevna var fríggjadagin 9. november

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

12/10/2018

Hvør skal fáa heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna 2018?

Á hvørjum árið gevur Dugni út Kærleikskúlu, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Viðkomandi skal á onkran hátt hava skarað framúr innan sítt øki og hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum. Vinnarin skal hava gjørt eitt serligt átak ella hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna heitir á fólk um at senda uppskot inn til Dugna, ið síðani velur millum innkomnu uppskotini, hvør skal fáa heiðurin. Stýrið kann velja annan enn ein av innkomnu uppskotunum.

Hátíðarløtan, har fyrsta kærleikskúlan verður handað, verður í Listaskálanum 04. Desember kl. 9, og freistin at senda inn uppskot er sett til 9. november 2018.

Send tilmæli