Kærleikskúlan 2018

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

03/12/2018

Innbjóðing til hátíðarløtu  04. desember 2018


Kærleikskúlan 2018 verður avdúkað í Listasavn Føroya týsdagin 04. desember kl. 9.00

Tað eru nú tíggju ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2018 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.

Kærleikskúlan 2018 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 04. desember og til og við 24. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

 

Skrá 04. desember 2018  kl.  9.00

  •  Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin. 
  •  Aksel Vilhelmson Johannesen, Løgmaður, flytur fram røðu.
  •  Kærleikskúlan 2018 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.
  •  Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2018 til eina virðiliga fyrimynd.
  •  Ábit og drekkamuður verða at fáa.
  •  Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2018 henda dagin í Listaskálanum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin