Marjun Syderbø Kjelnæs vitjar

Skrivað hevur Stig Elttør

06/12/2018

Í samband við málviku í 9. flokki vitjaði Marjun Syderbø Kjelnæs. Hon var saman við flokkinum ein heilan dag - og arbeiddu tey við ymiskum skriviteknikkum og -tilgongdum.

Áhugavert var eisini at hoyra Marjun greiða frá síni egnu skriving, hvussu hon byrjaði, drívmegi osfr.

Alt í alt ein sera góður og gevandi dagur.