Jóladekoratiónur

Skrivað hevur Elin Lindenskov

07/12/2018

Seinastu dagarnar hava vit á Dugna á Hjalla gjørt jóladekoratiónir og kertiljós. Vit brúka so nógv endurnýtslutilfar sum gjørligt. Jóladekoratiónirnar eru gjørdar úr tilfari, sum er komið inn í bingjuna hjá Dugna. 

Kertiljósini hava vit gjørt burturúr kertistubbum, sum vit hava samlað seinasta árið, og sum vit síðani hava stoytt og stoypt í formar. Av tí at vit hava endurbrúkt kertiljósini, eru tey gjøgnumlitaðið.

Leirið og næstan alt jólaprýðið er endurnýtt. Vit goyma allar jóladekoratiónirnar, sum vit fáa í bingjuna, og síðani brúka vit tilfarið umaftur.

Dekoratiónirnar og reyðu ljósini eru til sølu í matstovuni hjá Dugna á Hjalla 7a.  Vit hava opið gerandisdagar kl. 10.00 - 15.00.