Vil tú lata tógv til Dugna

Skrivað hevur Elin Lindenskov

16/01/2019

Til eina serliga verkætlan tørvar okkum tógv í litunum hjá norðurlendsku fløggunum. Litirnir eru hvítt, blátt, reytt, gult og grønt. Tjúgd og slag hevur ongan týdning. 

Um tú liggur inni við ellubitum ella restum taka vit fegin í móti teimum. Tú kanst lata tógv inn á Dugna á Hjalla, í Tinghúsinum á Hjalla og á Kambsdali.