Tíðarfreistin farin

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

19/02/2019

Eini eldsál innan endurnýtslu til Tinghúsið á Hjalla, Hoyvík

 

Starvsfólk okkara fer í farloyvi fram til 01. Apríl 2020, og tí sóknast vit eftir einum, sum ynskir møguleikan at royna seg. Talan er um eitt 30 tíma starv.

Hevur tú hjarta fyri fólkum við skerdum arbeiðsførleikum og eitt ynski um at stuðla hesum í at hava eitt gott arbeiðslív ella víðari út í lestrar- ella vinnulívið, ert tú møguliga rætta fólkið til starvið.

Tinghúsið er partur av verkskúlanum/ verkstøðunum á Hjalla, har vit eisini hava træverkstað, telduverkstað og matstovu.  Verkstaðirnir eru starvsstað hjá næmingum og arbeiðsfólkum, sum antin hava tørv á tillagaðum starvi ella hava tørv á at royna og menna sínar arbeiðsførleikar. Arbeitt verður tvørtur um verkstaðirnar, har vit samstarvað um arbeiðsuppgávur, næmingar og arbeiðsfólk. Dagligu uppgávurnar umfata alt innan endurnýtslu, heilt frá tí at tingini verða sett í bingjur okkara niðri á Bingjuplássinum til stúving, umvæling, sølu og útkoyring fyri kundar.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

 

Okkum tørvar eitt starvsfólk, sum:

-          hevur viðkomandi útbúgving – eitt nú sum námsfrøðingur, handverkari ella líkn.

-          er kreativ/kreativur og dugir at síggja møguleikar í endurnýtlsutilfari til framleiðslu og hóskandi arbeiðsuppgávur.

-          hevur førleika at eyðgleiða og meta um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum og samstundis skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag á verkstaðnum.

-          dugir at vera kveikjandi og stuðlandi í sínum arbeiði og er viðvirkandi til at skapa eitt gott arbeiðs- og læruumhvørvi.

-          dugir at fáa næmingar og arbeiðsfólk við í arbeiðstilgongdina og sendir út arbeiðsgleði og arbeiðsorku til tey rundan um seg.

-          megnar at venda avmarkingum til avbjóðingar og hevur evnir at samstarva og síggja seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna.

-          sær týdningin av støðugt at menna seg sjálvan, og tolir broytingar.

 

Løn og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið og hevur tilvísing til deildarleiðaran.

 

Umsóknarfreist

Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 04.03.2019 kl. 12.00

Umsóknir skulu sendast til:  Dugni, Boks 301, á Hjalla 7a , 100 Tórshavn ella sum teldubræv til: dugni@dugni.fo 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Allan Mørkere, deildarleiðara, á tel. 292974 gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 15.

 
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði”, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Les meira á www.dugni.fo