Vitjan á Glasi

Skrivað hevur Stig Elttør

06/03/2019

Mánadagin 4. mars vitjaðu starvsfólk og næmingar við Áir á Glasi.

Magni á Lakjuni, útbúgvingarleiðari fyri yrkisrættað miðnám, tók ímóti okkum. Byrjað varð inni í eini skúlastovu við kunning um skúlan, um bygnaðin og um tær ymisku útbúgvingarnar. Síðani varð farið ein rundtúr í hesum glæsiliga bygningi. Sigast má, at umstøðurnar eru sera góðar hjá teim lesandi. Líka frá vanligum skúlastovum til væl útgjørd verkstøð til ma. bil, timbur, EL, maskin og til ivaleyst Føroya flottastu hárfríðkanarstovu.

Vit takka Magna og Glasi fyri eina áhugaverda og upplýsandi vitjan.