Fólk til Tinghúsið á Hjalla

Skrivað hevur Elin Lindenskov

07/03/2019

Ert tú fyritíðarpensjónistur og hevur hug at koma út millum onnur, og ynskir at fáa ein meiningsfullan gerandisdag, so er arbeiði í Tinghúsinum á Hjalla kanska nakað fyri teg.

 Tinghúsið á Hjalla er ein endurnýtsluhandil undir Dugna.

Endamálið er bæði at geva fólki, við skerdum arbeiðsførleika ein meiningsfullan gerandisdag.

Arbeiði innber, at innsavna innbúgv frá Bingjuplássinum á Hjalla í Havn, og selja tað sum verður endurnýtt.

 Okkum tørvar arbeiðsfólk:

 Arbeiðsfólk til goymsluna, har uppgávan m.a. verður at:

Tøma bingjur og bera inn
Gera smáumvælingar av innbúgvi
Koyra vørubilin 

Talan er um 2 – 3 dagar um vikuna, uml 20 tímar um vikuna.

Dentur verður lagdur á, at viðkomandi er / hevur

·         Fyritíðarpensjónistur

·         Før/ur fyri at arbeiða rættuliga sjálvstøðugt

·         Góð samstarvsevnir

·         Álítandi og avgreiðir tað, ið er avtala

·         Koyrikort

 

Meira fæst at vita, við at ringja á tel 292976 Hans Thomasen, Tinghúsið á Hjalla ella á tel. 292974, Allan Mørkøre, deildarleiðari á Hjalla.

Umsóknir skulu sendast til: Dugni, Boks 310, á Hjalla 7a, 110 Tórshavn og viðmerkja brævbjálvan “Tinghúsið á Hjalla”  ella sum teldubræv til: dugni@dugni.fo

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk í vinnuførum aldri, ið vegna vinnutarn, ikki megna at fáa ella fasthalda eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum. Talan kann vera um fólk, ið eitt nú eru rørslu tarnaði, sálar- ella sinnis veik og/ella hava sosialar trupulleikar.