Ársaðalfundur 2019

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

04/04/2019

Í gjár 3. apríl kl. 10 hevði Dugni ársaðalfund.

Ársaðalfundurin var í ár skipaður á tann hátt, at næmingar, arbeiðsfólk og starvsfólk greiddu frá virkseminum úti á ymsu deildunum. Fundurin varð hildin í hølunum hjá Dugna á Hjalla, har øll á Dugna høvdu møguleika fyri at luttaka.

Dagurin byrjaði við, at Ása Olsen, stýrisforkvinna bjóðaði vælkomin, og leiddi hon okkum gjøgnum fundin.  Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum setti dagin.

Fundurin var skipaður sambært viðtøkunum hjá Dugna, og tá formelli parturin á fundinum við roknskapi og rakstrarætlan var av, høvdu vit heitt á Gunnar Mohr frá PM, um at vera gestarøðari. Hann er ein av arbeiðsgevarunum, sum vit á Dugna samstarva við, tá okkara næmingar skulu royna seg í starvsroyndum. Hann er við til at geva okkara næmingum møguleika fyri at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum, eftir at teir hava gjøgnumført arbeiðsfremjandi tiltøk á Dugna.

Dagurin endaði við, at øll vóru boðin til ábit.

 

Tey, ið manna stýrið fyri Dugna eru:

Ása Olsen, stýrisforkvinna
Jóhann Samuelsen, n.formaður
Jórun Gardar, stýrislimur
Magni á Deild Olsen, stýrislimur
Elkin Klettheyggj, stýrislimur