Motivatión

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

12/04/2019

Hvussu kunnu vit á bestan hátt stuðla okkara næmingum ígjøgnum arbeiðsmenning ella skúla og víðari til eitt virkið lív? Hvat er týdningarmiki at hava í huga, um vit ynskja at motivera onnur, sum av ymsum orsøkum eru steðga upp, til at seta sær mál og tilvita taka stýringina av egnum lívi? Mánadagin 9. apríl hevði Erling Fles, sálarfrøðingur enn ein fyrilestur fyri okkara starvsfólkum og lærarum um evnið, sum ein liður í førleikamenning av samlaða starvsfólkabólkinum á Dugna.