Dugni prentar í Perluni

Skrivað hevur Elin Lindenskov

03/05/2019

Komandi vika er vika 19, tá er umhvørvisvika í Tórshavnar kommunu. Vit á Dugna eru so spent, tí tá flyta nøkur av okkum inn í Perluna. Har fara vit at prenta búmerkið hjá umhvørvisvikuni á brúktar T-shirt, seyma og vísa okkurt av tí, sum vit gera á Dugna.

Vit hava nakrar T-shirtir og nøkur net, sum tú kann prenta á. Tú er eisini vækomin at prenta á tína egnu t-shirt ella net.  Prentið kostar kr. 75.

Opið er týsdag til og við fríggjadag í Umhvørvisvikuni frá kl. 08.30 til 17.30.

meira kunning á: umhvørvisvikan