Umvæling liðug á Skúlanum við Áir

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

23/05/2019

Vit gleðast um, at 3. byggistig er liðugt á skúlanum við Áir. Karmarnir eru nú framúr góðir hjá okkara næmingum og starvsfólkum. Stóra takk til landsstýriskvinnuna, Eyðgunn Samuelsen, og hennara fólk á AMR fyri arbeiðið við at skaffa játtan til betringarnar. Haraftrat takk til Landsverk og JEP Smíð við undirveitarum fyri fyrimyndarligt samstarv. Bæði við fyrireiking av 3. byggistigi, tillagingum, broytingum og í vegleiðing hevur samstarvið verið fyrimyndarligt.

Stóra takk :)

Her eru nakrar myndir frá byggigongdini og frá hátíðarhaldinum.

Sí tíðindaskriv hjá lv: Skúlin hjá Dugna við Áir liðugt umvældur

Grein á in.fo: Skúlin við Áir dagførdur