Góðan morgun Føroyar vitjar

Skrivað hevur Stig Elttør

29/05/2019

Sendingin kan hoyrast her: Góðan morgun Føroyar vitjar skúlan við Áir

Myndirnar eru frá FB síðuni hjá GMF

- Vit trívast væl í umvælda skúlanum
28-05-2019

Arbeiðið at umvæla skúlan hjá Dugna við Áir er nú liðugt. Tað hava serliga verið ábøtur gjørdar á luftviðurskifti, innrætting og brunaviðurskifti
Skúlin hjá Dugna við Áir hevur verið umvældur í trimum byggistigum, og nú er seinasta byggistig liðugt.

Hølini eru vorðin meira modernað og snotulig, og so eru ábøtur gjørdar á luftviðurskifti og brunaviðurskifti.

Skúlaleiðarin Stig Elttør sigur, at tey trívast væl í nýggja skúlanum og eru glað fyri broytingarnar.

Fleiri útlendingar á skúlanum
Stig Elttør sigur, at tað eisini eru fleiri útlendingar, sum taka prógv í skúlanum við Áir árliga.

Gretchen Rasmussen er ein av teimum. Hon er amerikanari, men hevur búð í Føroyum seinastu tvey árini.

Hon hevur lært seg føroyskt og tekur nú 9. floks prógv í skúlanum við Áir, síðani ætlar hon á miðnámsskúla.

9. floks prógv
Skúlin við Áir er ætlaður fólki yvir 18 ár, sum hava tørv á 9. floks prógvi, og møguleiki er eisini at byrja i fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9. floks undirvísing.

Til ber eisini at søkja, hevur tú rørslutarn ella mildar persónligar, sinnisligar ella sosialar trupulleikar. Eisini er pláss fyri átta fólkum at búgva á skúlanum.