Vit taka ímóti endurskinsvestum

Skrivað hevur Elin Lindenskov

23/06/2019

Dugni hevur fingið eina spennandi uppgávu frá Rudda Føroyar. Vit skulu prenta búmerkið hjá Rudda Føroyar á endurskinsvestarnar, sum ruddingarfólkini skulu brúka 21. septembur 2019.

Rudda Føroyar eru byrjað at savna endurskinsvestar inn bæði til børn og vaksin, vit á Dugna vilja fegin hjálpa teimum at samla fleiri vestar. Tí ber eisini til at lata vestar inn á Dugna á Hjalla, í Tinghúsinum á Hjalla og hjá Dugna á Kambsdali.

Vestar kunnu eisini latast inn:

SPORT 24 OUTLET í Hoyvík
SPORT 24 á Tvøroyri 
SPORT 24 í Klaksvík