Prógvhandan 2019

Skrivað hevur Stig Elttør

27/06/2019

Tað er altíð ein heilt serlig løta, tá prógv verða handaði. Ein kapittul er skrivaður - og klárt er at fara víðari. Tað er ikki altíð líka nemt at vita, hvat ein skal fara víðari til - hvat framtíðin hevur at bjóða. Jórun Gardar hugleiddi ma. um orðatakið: "A ship in harbor is safe — but that is not what ships are built for" - og soleiðis er eisini við lívið okkara. Vit mugu leggja frá kaj, um vit skulu útinna nakað, um vit vilja upplivað verðina, og hvat hon hevur at bjóða uppá, um vit vilja koma víðari osfr.

Hugtakandi var at hoyra Una syngja og greiða frá síni lívsleið. Serliga tá hann fortaldi um lærutíðina sum bilmekanikkari. Komin hálva leið hugsaði hann: "Hetta er ikki nakað eg tími at brúka mína tíð uppá. Eg vil vera tónleikari." Men hann gavst ikki á hálvari leið - men fullførdi lærutíðina, og kundi tí kallast bilmekanikkari :)

Tað er rørandi at hoyra næmingar bera fram eina heilsan. Hoyra teirra søgu - og hvussu tey hava upplivað skúlan. 

Vit vilja ynskja næmingum alt tað besta og blíðan byr í framtíðini. Tit eru altíð vælkomin inn á gólvið. Kaffi er altíð heitt í skúlanum við Áir :)